Gøtumenn vandu við AaB

Tríggir undir spælarar úr Gøtu hava verið í Aalborg og vant við liðum hjá AaB. Erling Jacobsen, sum hevur spælt við á 1. liði hjá GÍ í ár, og teir báðir yngru Bárður Hansen og Magnus Jarnskor hava allir verið í AaB og roynt seg í nakrar dagar.
- Venjingin gekk avbera væl. Allir fingu at vita, at teir vóru í betra endanum á teimum liðum, teir vandu við, sigur Pauli Jarnskor, ið skipaði fyri ferðini, við GÍ heimasíðuna.AaB kennir til føroyskar spælarar, tí gøtumaðurin Súni Olsen og havnamaðurin Jón Rói Jacobsen eru yrkisspælarar í felagnum.