Gøtumenn stovna bátafelag ella undirhús

Er áhugi, verður stovnandi aðalfundur í Glyvrahanusarhúsi í kvøld

Bátafelag

Gøtumenn vilja nú hava eitt bátafelag ella undirhús. Hetta verður ætlandi avgjørt á fundi í Glyvrahanusarhúsi í Norðrgøtu í kvøld kl. 19.
"Ætlanin við fundinum er, at eldri fólk í bygdini hava eitt stað, har tey kunnu hittast og taka sær av løttum".
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi, sum stigtakararnir hava sent fjølmiðlunum.
- Við at lýsa til fundar, vilja vit vita, um áhugi er til staðar. Er áhugi fyri at stovna eitt felag, verður eisini stovnandi aðalfundur í kvøld, siga fyrireikararnir.