Gøtumenn eru stinnir í útivølli

Einsamalla málið hjá Niklas Niclasen var nóg mikið hjá GÍ, tá teir í dag vitjaðu á Skála.

Eftir steðgin var uppgávan hjá Skála at trýsta seg aftur í dystin, men hetta eydnaðist ongan tíð av álvara. Onkran smávegis møguleika gjørdist talan um, men ongan tíð soleiðis, at teir av álvara hóttu Geza Turi í GÍ-málinum.