Eftir langan aldudal er GÍ rættuliga komið fyri seg aftur. Í fýra teimum seinastu umførunum hava teir vunnið níggju stig. Á Sandi var heimaliðið tvær ferðir á odda, men tá ið síðsta bríkslið ljóðaði, var GÍ omaná. Bæði í málum – 3-2 – og í manntali. Símun Hansen hjá B71 sá bæði gult og reytt í tíðini, sum Ransin Djurhuus hevði lagt afturat.
Talan var um uppgerð millum tveir ymiskar mátar at nýta fótbóltsevnini.
Sandoyingar eru við at mynda nýtt lið. Miðalaldurin var lágur, og hann lækkaði uppaftur meiri, tá ið teir tíðliga vóru noyddir at skifta miðverjan Andres Rasmussen út. Saknur var í skadda toppskjúttanum Clayton Soares, men B71 dugdi væl við bóltinum, og tað eru fleiri nýggj spennandi B71 nøvn á veg inn í Formulaumhvørvið.
Hóast B71 tapti, so er eingin ivi um, at liðið eisini næsta kappingarár verður í bestu deildini, og tá fara nýggju menninir at fáa nýggjar møguleikar at mennast.
Gøtumenn duga at spæla fótbólt, og teir vístu enn eina ferð, at teir megna heilt væl at gagnnýta stóru likamligu orkuna. Miðalaldurin var hægri enn hjá B71, og hann hækkaði ikki so lítið í 74. minutti, tá ið 38 ára gamli Magni Jarnskor kom á vøllin fyri ein av teimum yngstu – Pól Jóhannus Justinussen.
B71 legði seg á odda beinanvegin. Miðvallarin í høgru Gudmund Nielsen legði innfyri, og Rasmus Nielsen skoraði. Eitt korter seinni javnaði Christian Lundberg við fínum langskoti.
Rasmus Nielsen legði B71 framum aftur eftir ein stóran tíma. Hesa ferð átti Símun Hansen uppleggið. Eitt lítið korter undan leikloki var Christian Lundberg aftur upp á spæl. Hesa ferð umsetti hann brotsspark til mál. Sandoyingar vóru ikki fegnir um dómin. Teir vildu vera við, at liðformaðurin, Eirikur Poulsen, hevði tamt bóltin við bringuni og ikki við arminum. Men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
Í síðstu løtu fekk GÍ sigursmálið. Hans Pauli Petersen, sum hesa ferð hevði miðvallarkjans, stýrdi við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum hevði hondina á.
Sjálvandi vóru sandoyingar vónbrotnir av úrslitinum, men teir uggaðu seg við góða leikliga avrikinum. Gøtumenn fóru fegnir til hús. Næsta takið hjá teimum verður NSÍ í Sarpugerði. Tá fer tað at vísa seg, hvussu drúgvir teir í GÍ eru!