Gøtumenn duttu ikki í grøvina

FS Vágar-GÍ 1-4 (0-1)

Við væl upplagda Magna Jarnskor á odda, undirstrikaðu teir í GÍ munin, sum eigur at vera á einum toppliði og á einum liði, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting

 

Fótbóltur


Eftir stóra stríðið, sum B36 hevði av at fáa øll stigini í Miðvági, lúrdi møguleikin fyri, at FS Vágar skuldi fáa okkurt burturúr, tá meistarabiðlarnir úr Gøtu komu vestur.

Men gøtumenn lótu ongan iva vera um, at tað eru teir, sum stríðast fyri at varðveita møguleikan fyri at vinna FM, og at tað er FS Vágar, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.

GÍ vann 4?1. Vágamenn ásannaðu eftir dystarlok, at teir høvdu verið teir minnu, og teir hildu seg til at seta spjaldur á orsøkina til, at tað gekk, sum tað gjørdi.

? Magni Jarnskor er ein fínur spælari. Hann tykist framvegis at hava stóran vilja, hann er alla staðni, og so vísti hann her vesturi, at hann megnar væl at skipa spælið hjá sínum monnum, staðfestu vágamenninir, samstundis sum teir løgdu afturat, at um teir høvdu havt roynda gøtumannin á miðvøllinum, so hevði ikki verið so víst, at tað hevði lagað seg soleiðis, at øll stigini fóru av oynni.

Avrikið hjá vágamonnum var ikki á hædd við tað, sum teir sýndu, tá B36 var har vesturi og var um reppið at heilkiksað.


Stólpaskot

GÍ legði bragdliga fyri, og teir kundu havt lagt seg á odda, tá bara eini tíggju sekund vóru farin, men Helgi L. Petersen var ikki nóg neyvur, tá hann fekk møguleikan eftir misskiljing í FS Vágar verjuni..

Eitt brotsspark skuldi til, áðrenn GÍ megnaði at umseta leikligu yvirvágini til mál. Magni Jarnskor lyfti fríspark í brotsteigin, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki ? ivaleyst fyri at halda ella skumpa. Henning Jarnskor sveik ikki úr ellivu metrum. GÍ kundi havt økt um leiðsluna, men stútarin hjá Bartali Eliassen tók tvørtræið.

Góða løtan hjá FS Vágum hesa ferð var seinni parturin av fyrra umfarinum, eftir at teir høvdu lagt um. Í útgangsstøðuni høvdu teir fýra spælarar aftast. Hetta gjørdu teir fyri at byrgja upp fyri longu skiftunum hjá gøtumonnunum, men tað hilnaðist ikki serliga væl. Tí fóru teir í FS Vágum til 5?3?2 uppstillingina, og tá gekk tað í eina løtu eitt sindur betri.

Fyri FSV var tað ein smeitur, at liðformaðurin og stríðsmaðurin mitt á miðvøllinum, Hannus Olsen, heilt tíðliga noyddist at taka seg burturúr, tí hann var skaddur. Torkil Nielsen kom á vøllin, og hann vísti enn eina ferð máltev. Hann var kroystur av tveimum mótstøðumonnum, tá hann sendi framvið Halli Hansen í GÍ málinum, men bólturin brast í stólpan, og tað gjørdi royndin hjá Sonna Johansen eisini.


Eingin ivi

Í seinna umfarinum gjørdist munurin ímillum toppliðið og botnliðið alt meiri eyðsýndur. Og tá umfarið var um at vera hálvrunnið staðfesti Gí, at tað vóru teir, sum høvdu fatur í rætta endanum, og at teir ikki ætlaðu sær at geva illa stadda heimaliðnum nakað sum helst.

Eftir horna stútaði Bartal Eliassen upp á tvørs, og Óli Hansen stýrdi við høvdinum bóltinum í kassan. Fimm minuttir seinni var Óli Hansen aftur upp á spæl. Hann spældi álopsfelagan, Helga L. Petersen, púra blankan mitt fyri, og so var GÍ, sum hesa løtuna spældi FSV sundur og saman, á odda 3?0.

Vágaliðið spruttaði eitt sindur, og teir minkaðu um munin, tá Tór?Ingar Akselsen gjørdist leysur og umvegis stólpan sendi í kassan. Elfinn Ørvarodd, sum aftur hesa ferð spældi væl í vinstru, hevði eina góða skotroynd, men so var tað, at GÍ staðfesti sannførandi sigurin. Við nærra stólpan var Bartal Eliassen fyrstur á hornasparksinnleggi, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum í kassan.


Dysturin í tølum:

FS Vágar-GÍ 1-4 (0-1)

0-1: Henning Jarnskor (br.) 25

0-2: Óli Hansen 67

0-3: Helgi L. Petersen 71

1-3: Tór-Ingar Akselsen 85

1-4: Bartal Eliasen 87

Dómari: Eiler Rasmussen (Skála)


FS Vágar: Arturas Ramoska ? Jack Johansen, Vlad Osipov, Ruslan Screlea, Jákup Joensen ? Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Elfinn Ørvarodd ? Birgir Joensen, Sonni Johansen

GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliassen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen