Gøtukabarettin ?Tá endin er góður? fer nú aftur á pall - hesuferð saman við 20 børnum
Eftir ein steðg í nakrar dagar, verður nú aftur høvi at síggja nógv vitjaðu Gøtukabarettina í Losjuni í Gøtu.
Nú kabarettin fer aftur á pall sunnudagin, verður tað saman við heili 20 børnum, sum fara at syngja og spæla saman við hinum leikararnum.
Frá stigtakararnum frætta vit, at møguleikin at royna seg á palli frammanfyri stórari áskoðarafjøld vónandi fer at kveikja áhugan hjá børnunum fyri leiklist.
Venjingarnar saman við børnunum hava gingið sera væl, og nú er so klárt at taka sýningarnar upp aftur, so enn fleiri fólk eisini fáa høvi at síggja Gøtukabarettina.
Umleið 1000 fólk hava higartil sæð kabarettina, sum trívur í ymiskt av politiska pallinum, hendingar, vit kenna frá almenna landslagnum og ymsar íspunnar typur.
Tað er Klæmint H. Isaksen, sum leikstjórnar Gøtukabarettina
Næstu sýningar verða sunnudagin kl.16:00 og sunnukvøldið kl.20:00 í Losjuni í Gøtu.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 280 820