Gøtudanskt er onki at flenna at

Hóast vit hava hug at flenna, tá onkur tosar gøtudanskt, er hetta eitt mál við egnum reglum og eyðkennum og eigur tað tí at góðtakast sum eitt egið mál. Tað er niðurstøðan í forvitnisligari grein í nýggastu útgávuni av »Frøði«




Millum fleiri áhugaverdar greinar í nýggjasta vísundatíðarritinum »Frøði« hevur málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen eina rættiliga forvitnisliga viðgerð av gøtudonskum. Oftast halda vit, at gøudanskt bara er vánaligt danskt við meir ella minni tilvildarligum føroyskum dámi. Men sambært Hjalmari P. Petersen er tað burturvið at samanbera gøtudanskt við standarddanskt. Gøtudanskt hevur nevniliga sínar egnu reglur og eyðkenni og skal tí metast út frá egnum fortreytum og tí føroyska, sum liggur aftanfyri. 



Vit og málið

Við fleiri dømum vísir Hjalmar P. Petersen á, at sum mál er gøtudanskt úrslit av teirri føroysku-donsku tvímælisstøðuni, har bæði málini eru 'tendrað' samstundis. Tí er tað, at føroyskt, hóast tað er í bakgrundini, kann ota seg niður yvir gøtudanskt. Tey fyribrigdir og tey eykenni, sum eru at síggja í gøtudonskum, eru eisini í øðrum tvímælisstøðum, eitt nú í sponskum-amerikonskum og mongum fleiri. Sambært Hjalmari P. Petersen eigur gøtudanskt tí ikki bara at góðtakast sum eitt egið mál. Eisini eiga stílar og annað at verða rættað við serligu eyðkennunum fyri gøtudanskt í huga.

Føroyingar og málið, vit tosa, er eisini evni í grein hjá Jógvani í Lon, málfrøðingi, í »Frøði« hesuferð um málsliga purismu. Við støði í kanning vísir Jógvan í Lon á, at hóast føroyingar sum heild taka undir við málsligu purismuni, so eru ung og tey við høgari inntøku og langari útbúgving minni sinnað at lata purismuna ráða. Serliga eru tey yngru meira enskvinarlig enn tey eldru. Møguliga er positivi hugburðurin hjá teimum ungu til enskt eitt eyðkenni fyri ein bólkanorm, ið tey sleppa aftur sum vaksin. Halda tey ungu hinvegin fast um henda hugburð og taka hann við sær inn í vaksnamannaverðina, kann tað merkja, at málsliga purisman stendur fyri falli, er fyribils niðurstøðan hjá Jógvani í Lon í greinini. 



Darwin og dálking

Í »Frøði« hesuferð eru eisini fleiri greinar um umhvørvið og dálking. Eitt nú vísir Jóhanna Olsen á Umhvørvisstovuni á, at føroysk húsarhald dálka næstan líka illa sum fiskiflotin. Heili 30 % av samlaða føroyska útlátinum av veðurlagsgassi stava nevniliga frá føroysku húsarhaldunum. Hetta er næstan líka nógv sum útlátið frá føroysku fiskiskipunum tilsamans, staðfestir Jóhanna Olsen, sum eisini vísir á, hvussu dálkingin frá húsarhaldum lættliga kann minkast munandi.

Nú 200 ár eru liðin, síðan Charles Darwin varð borin í heim, er lív aftur komið í mongu myturnar kring umstrídda lívfrøðingin. Men hvat er rætt og hvat er íspunnið? Er tað til dømis rætt, at Darwin avnoktaði alla skriving sína á deyðastrá? Hetta og mangar aðrar søgur roynir Dánjal P. Højgaard, lívfrøðingur, at fáa greiðu á í áhugaverdari grein, har hann viðgerð fakta og mytur kring persónin, sum broytti áskoðan menniskjans á seg sjálva.

Tað er Føroya Fróðskaparfelag, sum gevur Frøði út. Tíðarritið fæst í bókabúðunum.