Fyrsta dagin fer landsverk at gera rundkoyring í Gøtudali Ætlanin hevur leingi verið at gera eina rundkoyring í Gøtudali, men ætlanin bleiv útsett, av tí at Gøtu kommuna vil hava vegin frá einum nýggjum ídnaðarøki knýttan í ætlaðu rundkoyringina.
Málið bleiv umrøtt í Løgtinginum í gár, tá Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, spurdi Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um tað.
Landsstýrismaðurin svaraði, at tað er klárt at fara undir arbeiðið, sum tí byrjar fyrsta dagin. Hann upplýsti eisini, at rundkoyringin verður nakað størri enn upprunaliga ætlað og tí eisini nakað dýrari. Kostnaðurin er nú 3,6 mió. krónur.