Gøtu skúli skal útbyggjast

Eysturkommuna noyðist at læna 13 mió. krónur til at útbyggja Gøtu skúla

Skúli

Býráðið í Eysturkommunu samtykti mánakvøldið at keypa 530 fermetrar av jørð við Gøtugjógv í sambandi við, at skúlin skal útbyggjast næsta ár.
Bráðfeingis tørvur er á fleiri skúlastovum í Gøtu skúla, tí árgangirnir , sum ganga skulu har, eru so stórir.
Skulabygnaðurin verður, at 1. til 3. flokkur skulu ganga í skúlanum í Leirvík, og 4. til 7. flokkur við Gøtugjógv.
Byggjast skulu 400 fermetrar aftrat, og útbyggingin skal vera liðug, tá nýtt skúlaár byrjar aftur í augut næsta ár.
Útbyggingin kostar 17 mió. krónur, og kommunan fer at læna 13 mió. krónur, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.