Fríggjakvøldið var nakað av ófriði niðri í miðbýnum í Havn. Politiið var á staðnum fyrst um fýra tíðina og fekk skil á, men noyddust teir at venda oman aftur um hálvgum fimm tíðina. Tað vísti seg at vera tveir mans, ið ikki vistu, hvussu teir skuldu skikka sær, og byrjaðu at gera seg inn á politibilin. Teir báðir menninir vórðu tiknir inn á støðina, og verða skuldsettir fyri gøtuófrið eftir politiviðtøkuni og fáa tí eina bót.
Samanumtikið sigur politiið í Havn, at friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Nøkur smá herverk hava verið á bilar, har antennur, viskarar og rútar eru brotnir. Harumframt var eisini herverk gjørt á onkran bil við Gomlu Rætt. Har var aftasti rúturin á einum bili brotin inn. Helst hevur verið talan um eina luftbyrsu ella líknandi, metir politiið.