Á gáttuni til niðurflyting

Hvørki liði hjá Christian Høgna Jacobsen ella hja Jann Inga Petersen er í serliga góðari støðu

DANMARK 1. DEILD

Tað sær einki serliga ljóst út. Vejle við Christian Høgna Jacobsen sum føstum manni ímillum teir fyrstu ellivu ríður um niðurflytingar strikuna, og tað ger Fremad Amager við Jann Inga Petersen eisini.
Fyri aðru ferð var Jann Ingi Petersen á liðnum hjá Fremad Amager, og eisini hesa ferð endaði tað við tapi. Tað kendist sum stórt vónbrot, tí mótstøðuliðið var Brønshøj, sum undan hesum umfarinum var einsamalt í botninum. Brønshøj vann 4?3, og umframt á máltalvuni so sveið tað eisini manningarliga. Fremad Amager fekk eina útvísing ímóti sær í 41. minutti. Allan 2. hálvleik spældu teir við tíggju monnum, og í síðstu løtu mistu teir ein afturat. Jann Ingi Petersen, sum var á vøllinum fyrstu 50 minuttirnar, var hvørki millum málskjúttarnar ella útvístu menninar hjá Fremad Amager.
Vejle hevur altíð verið størri felag enn Horsens, og Vejle hevur altíð átt betri fórbóltsfelag enn grannarnir. Nú er vent í holuni. Tá ið Horsens sunnudagin vitjaði í Nørreskóginum, vóru teir favorittar, og teir livdu upp til tað, sum tað varð roknað við, at oddaliðið skuldi megna ímóti Vejle, ið bara er tvey stig frammanfyri Fremad Amager, ið er fjórði aftast. Trý lið flyta beinleiðis niður.
Horsens vann 1?0. Í Vejle høvdu teir gjørt nógv fyri at fáa nógvar áskoðarar at taka á við teirra liðið. Tað møttu 3.276 áskoðarar, sum eru fleiri, enn tað møttu til nakran annan dyst í næstbestu deildini. Horsens átti sín part av teimum, og viðhaldsfólkini hjá útiliðnum høvdu alla orsøk at fegnast. Miðskeiðis í 1. hálvleiki stútaðu teir eftir innlegg úr vinstru tað, sum skuldi vísa seg at verða sigursmálð.
Christian Høgni Jacobsen var alla tíðina í Vejle álopinum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki hjá honum at skjóta mál. Christian Høgni hevði eina roynd beinanvegin, og hann royndi eisini í 2. hálvleiki, men Horsens við Johan B. Hansen í hópinum helt tætt.
Randers FC helt tørn um næstfremsta plássið, tá ið teir á heimavølli vunnu sannførandi 4?1 sigur á FC Aarhus, sum er aftast, eftir at Brønshøj sigurin á Fremad Amager. Silkeborg er dygst undir uppflytingar plássinum eftir 3?0 heimasigur á Fredericia. Køge snávaði ímóti Skjold, sum vann 4?1, og eftir 2?1 tap á Falster, er B93 á sama stigatali sum Vejle. HFK Sønderjylland misti í toppstríðnum, tá ið teir bara fingu 1?1 á útivølli í Odense ímóti B1913, sum er á niðurflytingarplássi.