Góð tretivu ár við Kristin í Geil

Í annaðkvøld klokkan 19:30 verður almennur fyrilestur á Háskúlanum.

Rógvi Thomsen fer at røða um Kristin í Geil og Tingakross, við serligum denti á tíðarskeiðið 1901 til 1935, eitt tíðarskeið, ið hevði stórar broytingar við sær í føroyskum samfelagsviðurskiftum, men sum eisini má síggjast í mun til tey rák, ið vóru á Europeiska meginlandinum, norðurlondum og Danmark samstundis.

Fróðskaparsetrið og Háskúlin skipa fyri.

---

Kristin í Geil - ella Chr Holm Isaksen varð føddur í Havn í 1877. Vanliga varð hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum.

Hann var 12 ára gamal, tá Føringafelag varð stovnsett og 13 ára gamal, tá fyrsta nummar av Føringatíðindum kom út. Við øllum ungdómsins eldhuga tók hann av fullum huga undir við tjóðskaparrørsluni, og aftan á eitt skifti at hava verið í Danmark, kom hann heim aftur hugtikin av aðrari stevnu, hini sosialistisku.

Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk.

Um aldaskiftið fór at ganga aftur á hondina við teimum báðum bløðunum, ið bóru fram boðskap sín á føroyskum. Undirtøkan var ikki so stór, tí partvíst var Føringafelag at kalla farið í tvíningar, partvíst tyktist tað torført at fáa fólk at taka undir við blaði, ið bert borðreiddi við føroyskum tilfari.

Fyrsta blaðroyndin í nýggju øldini er »Tingakrossur«, sum kom út á fyrsta sinni í 1901. Í byrjan var tað nógva av innihaldinum skrivað á donskum, men sum frá leið og »Krossur« gjørdist málgagn Sjálvstýrisfloksins frá 1906, fekk føroyska málið yvirvág í blaðnum.

Hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil var frá byrjan kosin til blaðstjóra á Tingakrossi«, og hetta starv røkti hann, tá sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann í byrjan av tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku.

Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann.

Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialistsongin »Brátt lýsir í eystri«, men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær.

Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin »Ófriðarligar tíðir« (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar-Páls í hesum døgum.

Kristin í Geil doyði í 1935.

Kelda: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Tingakrossur var eitt føroyskt tíðindablað, ið kom út fyrstu ferð 1. januar 1901.

Blaðið varð skrivað á donskum, men var málgagn tjóðskaparrørslunar og seinni Sjálvstýrisfloksins.

Blaðstjórar

• 1901 - Kristin í Geil (Christen Holm Isaksen)

• 1914 - 1935 Kristin í Geil (Christen Holm Isaksen)

• 1935 - 1939 Eivind Isholm

• 1940 - 1943 S. E. Matras

• 1943 - 1954 Louis Zachariasen

• 1960 - 1963 Hans David Matras

• 1963 - 1966 Thomas Lenvig

• 1967 - 1978 Marius Johannesen

• 1979 - 1985 Hanna Absalonsen

• 1985 - 1987 Johan Petur Petersen

• 1988 - 1989 Petur Martin Rasmussen

• 1990 - 1990 Bergur Jacobsen