Góð trúgv heldur ikki

Hóast HB ferð eftir ferð undir málsviðgerðini hevur ført fram, at teir handalðu í góðari trúgv, tá teir gjørdu nýtslu av Páll Mohr Joensen, so er hevur hetta páhald serstakliga lítlan møguleika at vinna frama. Heldur ikki hóast formaðurin í kappingarnevndini partvíst tók undir við hesum undir viðgerðini. Og heldur ikki hóast tað neyvan er nakar, sum fer at ákæra HB fyri við beráddum huga at nýta ólógligan spælara.
Støðan er tann, at tað álliggur feløgunum at kanna spæliloyvini innan 1. mars. Og hetta hevur HB ikki gjørt.
Skalt tað sigast stutt og kantut, so er støðan tann, at hevði HB biðið venjaran um ein lista við spælarum í 1. liðshópinum, og hevði HB spákað sær teir 130 metrarnar, sum eru yvir til FSF-skrivstovuna, so hevði felagið tá fingið at vita, at spælarin ikki var skrásettur. FSF hevur støðugt sagt  eisini í fjør  at spælaralistin var ikki eftirfarandi. Og líkamikið um hesin varð lagdur á heimasíðuna bara tveir dagar undan kappingarbyrjan, so frítekur tað ikki HB fyri ábyrgdini, sum er áløgd felagnum sambært kappingarreglunum. Ein próvbyrða, sum eisini varð staðfest av Ítróttardómstólinum.