Hóast ein ávís óvissa er knýtt at búskapinum í Evropa, fara teir norðurlendsku bankarnir at hava avlop á rakstrinum næsta ár. Tað sigur metingarfyritøkan Fitch í einari nýggjari frágreiðing.
Fitch vísir á, at eginognin hjá teimum norðurlendsku bankunum er stór, og fyritøkan væntar, at hetta verður eisini so næsta ár. Hinvegin er tað ein sannroynd, at burtursæð frá Finnlandi hevur tað einstaka húsarhaldið í Norðurlondum størri skuld, enn húsarhald í øðrum londum í Evropa hava. Orsøkin er sambært Fitch, at skattalóggávan í Norðurlondum eggjar fólki til at læna pengar, og harafturat er rentan lág.
Fitch-metingin umfatar bara bankar í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi.










