Í ár hevur eftirspurningurin eftir tjalding á G! verið tann størsti nakrantíð. Fyrst var útselt, síðani komu 300 afturat, og nú hevur G! festivalurin víðkað økið soleiðis at tað verður pláss til 300 afturat. Tilsamans verður hetta størsta og fólkaríkasta tjaldingarøki nakrantíð á G! - tilsamans 2.500 fólk.
Seinastu 300 tjaldingarpassini fara til sølu á vanligu støðunum á kl 12.00 í dag. Vanligu støðini eru hesi: Magn kring landið, Vár í Runavík, TUTL, Kunningarstovan í Miðvági.
Harumframt vera tjaldingarpass eisini at fáa til keyps á torginum í SMS, har umboð fyri G! vera frá mánadegi til mikudagin og seta armbond á og selja atgongumerki.
Tey seinastu 300 vóru seld eftir einans tveimum tímum.