Gýtingarstovnurin hjá toski nærkast skrælli

- Toskurin á føroyska landgrunninum er nú á veg niður ímóti tí, sum hann var, beint áðrenn tað "skrædnaði" fyrst í nítiárunum ? ella niður ímóti tí minsta, vit vita um, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sum umboðar Fiskirannsóknarstovuna í ICES

Tað er ikki so einfalt at greiða frá grundarlagnum, sum liggur aftanfyri tilmælini hjá fiskifrøðingum - hvat tað í veruleikanum er, sum teir mæla til, og hví teir mæla til tað, teir gera. Men sum heild kunnu vit siga, at tað er gýtingarstovnurin og tað, sum kemur undan saman við veiðitrýstinum, sum hesi lærdu fólk í fyrsta lagi hugsa um.
Somuleiðis verða atlit tikin til møguleikarnar hjá fiski at veksa, og her kann hugsast, at gróðurkanningarnar, sum ikki hava so mong ár á baki, eru eitt týðandi barometur um útlitini.
Jákup Reinert, fiskifrøðingur, umboðar Fiskirannsóknarstovuna í altjóða havgranskingarfelagsskapinum, ICES.
Hann sigur, at tá ið tosað verður um veiðitrýst, verður vanliga hugsað um veiðitrýst við atliti til gýtingarstovnin ? og ikki neyðturviliga í mun til tað, sum skipini fáa. Soleiðis kunnu skipini saktans fáa nógvan upsa ? ella tosk, um tað skal vera, hóast gýtingarstovnurin er lítil. Tí er tað ikki altíð, at tann reelli fiskiskapurin svarar til støðuna hjá einum fiskastovni ? og soleiðis kann fiskiskapurin saktans vera góður, samstundis sum mælt verður til at minka um veiðina.

Toskurin illa fyri
Jákup Reinert, fiskiifrøðingur, vísir á, at sambært tí tilfari, sum Fiskirannsóknarstovan og ICES hevur, bendir mangt á, at gýtingarstovnurin hjá toski er so illa fyri, sum hann sjáldan hevur verið áður.
- Gýtingarstovnurin er nevniliga á veg niður ímóti tí støði, sum hann var á beint fyri skrædlið fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveiðan minkaði niður í lítið og einki.
Hann sigur, at tað, sum alla tíðina er avgerandi fyri ein fiskastovn, er grundarlagið - tað, sum eftir er av stovninum fyri, at hann kann geva góðar árgangir til veiðina.
- Tað ræður um hjá okkum, at fiskastovnarnir ? hvør í sínum lagi ? eru burðardyggir, og toskurin nærkast nú tí minsta í fleiri ár.
Jákup sigur, at gýtingarstovnurin hjá toski á føroyska landgrunninum verður mettur at vera 32.000 tons, og tá ið hann var ringast fyri undan kreppuni var hann mettur til 21.000 tons.
- Tí verður mælt til varsemi, og vit halda tað vera umráðandi, at støðan hjá stovninum verður havd í huga, nú nýggir fiskidagar skulu ásetast.
Fiskifrøðingurin vísir á, at umframt gýtingarstovnin, hava vit tosk undir Føroyum sum er 2-3 ára gamal.
- Hesin er so ikki roknaður upp í tey 21.000 tonsini, sum gýtingarstovnurin er, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur og umboð í ICES.