Gátan um skjaldbøkuna loyst

Skjaldbøkan sum ein seks ára gomul tvøragenta fann í einum hyli niðri við sjóvarmálan í Froðba í síðstu viku, var rýmd úr eini balju í Froðba

Undarligur fongur

Í Sosialinum mikudagin skrivaðu vit um seks ára gomlu Sólju Jensen á Tvøroyri, sum var komin til húsar við einum sjáldsamum fongi ein dagin, hon var farin at fanga kombikk úti í Froðba
Í einum hyli niðri við sjóvarmálan, fann hon eina skjaldbøku.
Ongin visti at siga, hvaðani hon var komin í hylin, men Lars Mohr Nielsen, djóralækni, segði, at tað var óhugsandi, at hon var komin yvir hav, tí hetta er ein skjaldbøka, sum livir á landi og í feskum vatni
Og rætt hevði hann, tí nú er gátan um skjaldbøkuna loyst.
Tað vísir seg, at skjaldbøkan er rýmd úr eini balju í einum húsum í Froðba, stutt frá har, hon varð funnin.
Tað er Annlis Thomsen, sum eigur skjaldbøkuna. Hon eigur tríggjar skjaldbøkur og tá ið hon reinsar búrið, sum tær eru í, plagar hon at seta tær út í tún í eini balju ímeðan.
Tað hevur ongantíð verið nakað, men hesuferð var tann eina skjaldbøkan rýmd. Tey leitaðu bæði væl og leingi eftir henni, men funnu hana ongastaðni.
Hetta er nú eina mánaði síðani og tey hava langt síðani sligið seg til tols við, at hon var deyð.
So var Sólja bilsin av at finna skjaldbøkuna í einum hyli, vóru tey, sum áttu hana, ikki minni bilsin av at lesa, at hon enn var á lívi og hevði tað sum fyrsta dagin.