Tað eru 34 ár síðani, at táverandi svenski forsætisráðharrin, Oluf Palme, varð skotin og dripin á opnari gøtu í Stokkhólmi.
Í dag verður greitt, um kanningin av Palme-morðinum verður endað, ella um ákæra verður reist í málinum.
Her er ein tíðarlinja:
* 28. februar 1986: 59 ára gamla forsætisráðharrin, Oluf Palme, verður myrdur av skotum á gøtuni í Stokkhólmi á veg til gongu heim úr biografi. Kona hansara, Lisbet Palme, verður lættari særd av skotum.
* Desember 1988: Misnýtarin Christer Pettersson verður handtkin í heimi sínum í Sollentuna og skuldsettur fyri morðið.
* Juli 1989: Býarrætturin í Stokkhólmi dømir Christer Pettersson lívstíð í fongsul fyri morðið.
* November 1989: Christer Pettersson verður fríkendur í landsrættinum.
* Mai 1998: Svenski hægstirættur avvísir umsókn frá ákærumyndugleikanum um at taka fríkenningina uppaftur.
* 29. september í 2004: Christer Pettersson doyr, 57 ára gamal.
* 25. februar 2016: Í sambandi við 30 ára dagin fyri morðið kalla svensku myndugleikarnir til tíðindafund. Teir hava tó einki nýtt um kanningararbeiðið.
*1. februar í 2017: Høvuðsákærin Krister Petersson tekur yvir kanningararbeiðið.
* 10. juni 2020: Tíðindafundur um avgerði um ákæru í drápsmálinum.
Kilder: Dagens Nyheter, SVT.










