Í komandi viku verður spakin settur í til nýggjan miðnámsskúla í Vági. Sum skilst verður tað hósdagin.
Skúlin er ætlaður at liggja í vakra økinum vestast í Vági. Tætt við Vágseiðið og við útsýni yvir Vatnið.
Tað verður ætlandi nýggja landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum, Anita á Fríðriksmørk, sum setur fyrsta spakan í. Sostatt verður hetta ein av hennara fyrstu stóru almennu uppgávum.
Í vikuni hava menn arbeitt uppá at gera gøtu niðan á byggiøkið, so landsstyriskvinnan, og fólk annars, ótarnað sleppa framat, tá stóra løtan kemur. Økið er annars ikki lætt atkomuligt, tí tað er dyrkað lendið, ið er gyrt inni.
Men nú er gøtan greið og klárt er at seta spakan í. Vallaða fløtan vesturi móti Eiðinum verður skúlaøki og við nýggju gøtuni síggjast fyrstu tekinini til bygging á økinum, tó gøtan ikki skal nýtast til annað, enn júst fyrstu hátíðarløtuna. Skúlin er teknaður so, at hann fellur inn í bakkan og lendið annars, so hann ikki setur ov stór sár í landslagið.