Góðtaka vit at persónliga frælsið verður skert?

Null-hugsjónin bleiv samtykt við framtíðini í huga, men longu nú vita sviar, hvørjar atgerðir skulu verða gjørdar, til tess at hugsjónin kann blíva veruleiki.

 

Null-hugsjónin er fyrst og fremst ein spurningur um at vilja, og at góðtikið verður, at tað persónliga frælsið verður nakað skert


FerÐslutrygd

Magnus Gunnarsson

Tað kostar nógvan pening at gera t.d. miðteigar á vegirnar, soleiðis at bilarnir ikki kunnu renna saman, og at taka burtur allar forðingar við vegjaðararnar. Men av tí at ferðsluskaðarnir í Svøríki árliga kosta umleið 20 milliardir krónur, er eisini nógvur peningur at spara. Tann likamliga líðingin eigur at viga meira enn peningur

Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen starvsnevndarformanni í RFF