Felagið Føroysk Miðlafólk kann ikki góðtaka, at Kringvarp Føroya setir tíðindaleiðara og tveir redaktiónsleiðarar í starv, uttan at starvið er lýst leyst frammanundan.
Tað sigur Georg L. Petersen, sum er nevndarlimur í felagnum Føroysk Miðlafólk.
- Tað er sólarklárt, at vit kunnu ikki góðtaka, at fólk verða sett, uttan at størvini eru lýst leys. Sum fakfelag hava vit ikki rættindini at seta krøv, tí flestu starvsfólkini í Kringvarpinum eru limir í Starvsmannafelagnum. Vit ætla áhaldandi at vísa á, at størvini skulu lýsast leys, sigur Georg L. Petersen, nevndarlimur í felagnum Føroysk Miðlafólk.
Anna Ellingsgaard er forkvinna í Føroysk Miðlafólk. Hon bar seg undan at gera viðmerkingar, tí hon starvast í Kringvarpinum.










