Samanlegging
Á bygdaráðsfundi mánakvøldið fara kommunustýrini í Gøtu og Leirvík at viðgera eitt tilmæli, sum fíggjarnevndirnar hjá kommununum hava gjørt um at útskriva vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging millum Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu.
Fundurin í Gøtu verður klokkan 18 og í Leirvík klokkan 19.
Ætlandi verður fólkaatkvøðan
Tilmælið byggir á, at kommunurnar verða lagdar saman frá 1. januar 2009 at rokna, og navnið á nýggju kommununi um meiriluti er fyri samanlegging í Gøtu og Leirvík verður Eysturkommunan.
Tosað hevur verið í eina tíð um møguleikarnar fyri samanlegging millum grannakommunurnar, Gøtu og Leirvík, og nú er málið so komið har til, at bygdaráðini ætlandi taka avgerðina um vegleiðandi fólkaatkvøðu mánakvøldið.
Høvuðsgrundgevingarnar fyri samanleggingini eru
1) at kommunurnar skulu gerast betri førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu
2) at samskipa umsitingina og raksturin av kommununum
3) at kommunurnar eru betur førar fyri at taka av nýggjum avbjóðingum í framtíðini
4) at samskipa íløgurnar, so at betri nytta fæst burtur úr íløgum og at forða fyri óneyðugum íløgum
5) at skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum
Sambært tilmælinum verður kommunala fyrisitingin hjá Eysturkommunu, sum fer at hava 9 býráðslimir, ætlandi í Norðragøtu.
Samtykkja bygdaráðini í Gøtu og Leirvík at halda vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging, verður hendan í heyst.