John S. Myllhamar
----
At hin kristna kirkjan í heiminum gjøgnum tíðirnar hevur verður samanborðin við eitt skip, ella hjá okkum við ein bát, sum siglir móti ævinleikans strond, er ein vøkur og hóskandi mynd.
Men hugsa vit um føroysku fólkakirkjuna og arbeiðsmessigu gongdina, so er farturin hjá hesum báti sera lítil.
Minnist frá barnaárum tvey fýramannafør við Gøta-motori. Teir hovdu 1.hk (hestakreftir), fasta skrúvu, tvs. onga kobling, onga umstýring og ongan speedara. Loystu teir frá landi, mátti báturin fyrst vendast soleiðis, at framstavnurin peikaði beint út eftir víkini. Síðani snaraði útróðrarmaðurin svinghjólinum og báturin fór klikkandi avstað við eini ferð sum, tá ið dyrgt verður spakuliga. Var báturin eitt sindur úr landi, sást tú ikki um hann sigldi ella lá stillur, tú mátti bara meta teg eftir klikkinum frá motorinum. Komu teir at landi, vistu teir akkurát nær teir skuldu taka kápulin av tendriproppinum, einar sjey metrar úr endanum á støðni, so náddu teir at taka í støðni, áðrenn báturin lá heilt stillur.
Soleiðis kemur mær fyri gongdina og ferðina hjá bátinum “Føroyska fólkakirkjan” at vera. Tá ið danir góvu okkum bátin fyri nøkrum árum síðan, fylgdi Gøta-motorurin við. Tá hoyrdist at nýggjur motorur skuldi setast í bátin, so at siglast skuldi skjótari og betri skuldi vera at manurera.
Men tað er vorðið øvut, lítli Gøta-motorurin gongur bara verri og verri, ofta er bara andøving. Lógir og reglur fáast ikki at virka, hóast hetta skuldi verið smáting hjá einum so stórum skrivstovuveldi at fingið í lag.
Í løtuni hugsar ein serliga um arbeiðið við sálmabókum. At leggja sálmabókina til rættis, sum kom út í 1990, mundi taka umleið 10 ár. Har eru hóast alt slakir 600 sálmar í. Avgjørt var, at gera eitt ískoyti til sálmabókina við okkurt um 150 sálmum, hugsi eg. Tað man eisini nærkast 10 árum síðan hesin arbeiðsbólkurin var settur, men har kemur lítið burturúr.
Spurdi fyri fýra árum síðan, hvussu gekst. “Jú, nú er komið undir land.” men enn er ongantíð lagt at landi. Í 2010 skuldi so syngjast í kirkjuni úr ískoytinum, var sagt. Men í kirkjunum var einki ískoyti at finna. “Ískoytið verður liðugt, tá ið nýggja kirkjuárið 2012 byrjar, tað var avgjørt.”
Kirkjuárið byrjaði, men í kirkjuni var einki ískoyti at finna. “Nú er tað so avgjørt, á Hvítusunnu 2012 verður sungið fyrstu ferð í kirkjunum í sálmabókaískoytinum!” segði onkur prestur mær. Men Hvítusunnudag var einki Sálmabókaískoyti at finna í kirkjuni.
Um tað skuldi hent, at ta einaferð verður sett ein nevnd at leggja nýggja
Sálmabók til rættis við kanska 800 sálmum, so viti hin góði, nær klárt er at
prenta. Við slíkum farti vera tað í hvussu so er ættarlið, sum fara undir grønutorvu, meðan tað arbeiði verður gjørd.
Í bóklinginum “Menneskets Hjertes Spejl” vera tær sjey deyðssyndirnar lýstar við sjey ymiskum dýrum. Eitt av djórunum er Skjaldbøkan. Nógv verður tosa – ofta vakurt og hart. Gøta-motorurin larmaði og klikkaði eisini hart, men hann gekk ikki fyri seið.
Men nú er so summarFRÍ.