Gøta: Ikki í rættin við teimum neyðtøkumeldaðu

Teir tríggir mennirnir, sum ein yngri kvinna mánadagin meldaði fyri at hava neyðtikið seg í einum kampingvogni í Gøtu dagin fyri, verða ikki settir fyri ein dómara. Kriminaldeildin hjá politinum hevur avhoyrt mennirnar, eins og gentan hevur verið á politistøðini og greitt frá. Men politiið sigur, at umstøðurnar í málinum gera, at dreingirnir ikki verða varðhaldsfongslaðir.

Málið er ikki endaliga avgreitt enn, men sum støðan er, metir politiið ikki, at prógvini ímóti dreingjunum eru nóg góð til at ein dómari vildi havt varðhaldsfongslað teir.

(Tilvildarlig mynd)