Tveir mánaðir eru nú farnir, síðani nýggja ungdómskórið við Gøtu kirkju byrjaði venjingar sínar. Og nú er sangskráin eisini løgd.
Tey møttust fyrstu ferð til venjing 13. september, og tá gøtufólk fara til gudstænastu 20. november sleppa tey at hoyra ungdómskórið á fyrsta sinni.
Síðani er ætlanin at luttaka við eina familjugudstænastu, til eina konsert saman við kórinum Eystanljóð og við eina jólakonsert 18. desember, tá tey ungu syngja jólini inn.
- Vit fara helst eisini at luttaka við onkra gudstænastu um jólini, upplýsir kórleiðarin og urguleikarin við Gøtu kirkju, Símun Hammer.
Í kórinum eru 25 sangarar, bæði gentur og dreingir.