Góðtóku eina høga lønarhækking
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Starvsmannafelagið fór í verkfall, heldur enn at góðtaka eina lønarhækking.
Verkfall
- Føroya Arbeiðsgevarafelag var sinnað at góðtaka lnarhækkingina, hóast hon er hægri enn í sáttmálum, sum eru gjørdir.
Tað sigur Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tí harmast hann um, at Starvsmannafelagið ikki vildi góðtaka semingsuppskotið, men heldur koyrdi alt fólkið hjá Føroya Tele til hús.
Nú samráðingar hava verið um nýggjan sáttmála hjá teimum limum, sum Starvsmannafelagið hevur hjá Føroya Tele, er tað Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samráðist fyri Føroya Tele.
Tað endaði við, at semingsmenninir komu upp í. Eftir at hava sitið saman við pørtunum í tveir dagar, løgdu teir fyrrapartin týsdagin eitt uppskot fyri partarnar.
Talan var um ein fýra ára sáttmála, sum hevði givið limunum í Starvsmannafelagnum eina hækking í lønum og eftirlønum upp á tilsamans 8,3% hesi fýra árini.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag valdi at siga ja til semjuna, sjálvt um hon gav meira enn tað støði sum er lagt á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í einum tíðindaskrivi.
Felagið sigur, at tey bæði fyrstu árini, hevði sáttmálin kostað Føroya Tele 2,6 % og hetta svarar til hækkingina í semjunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tá á sáttmálin varð gjørdur við arbeiðarafeløgini í fjør, løgdu bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir dent á, at hetta støðið skuldi haldast fyri allan arbeiðsmarknaðin.
- Semjan sum nú varð løgd fyri partarnar í sambandi við Føroya Tele, lá á sama støði sum tvey ára sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum og sostatt 0,2 % hægri enn semjan við arbeiðarafeløgini.
- Men í hesum føri er talan um ein fýra ára sáttmála og vit vita at tað kostar at gera sáttmálar sum røkka so nógv ár fram sigur Johan Páll Joensen.
Hann leggur afturat, at varð hendan semjan góðtikin, var Arbeiðsgevarafelagið til reiðar at leingja aðrar sáttmálar samsvarandi hesum.









