Eg haldi, at mínir spælarar gjørdust bilsnir av GÍ. Teir spældu frá fyrsta minutti við fullari ferð. Vóru skjótir á bóltinum og tordu at spæla hart. Og tað haldi eg kløkkaði okkara spælarar.
Men sammett við HB-dystin, so haldi eg avgjørt, at vit spældu fínt. Sjálvandi skulu mongu ungu spælararnir hjá okkum venja seg við hægri leikferðina, sum er í fremstu deildini, og tað var kanska trupulleikin hesaferð.
Men hóast hann ásannaði, at hann so ruddiliga var við undirlutan hesaferð, so tykist Ole framvegis sannførdur um, at tað nokk fer at ganga hjá VB í ár.
Vit hava jú skift nógvar spælarar út, og eisini hava vit nýggja spælskipan, so tað tekur sína tíð at laga alt til. Nú mugu vit so greina hendan dystin, og rætta nøkur ting, og so fáa vit at síggja. Tað skal í øllum førum nógv meira enn bara eitt tap til, áðrenn nakar hjá okkum gevur skarvin yvir, heldur hann.