GÍ styrkt um hópin

Gøtumenn hava gjørt sáttmála við ein fyrrverandi polskan landsliðsleikara

 

Fótbóltur


Úrslitaliga mundi árið í fjør vera eitt hitt lakasta í langa tíð hjá gøtumonnum.

Í øllum tá tosað verður um landskappingina, har teir at kalla ongantíð vóru við í stríðnum um heiðursmerki. Í steypakappingini hepnaðist tó betri, og sigurin í hesari ber við sær, at gøtumenn aftur komandi ár fara at spæla europeiskan fótbólt.


Styrkja um liðið

Meðan fótbóltstosið hevur gingið dúgliga í hinum feløgunum, so hevur kanska ikki verið so nógv at hoyrt til gøtumenn, men hetta merkir avgjørt ikki, at teir hava ligið á latu síðuni.

Petur Holm, nevndarlimur í GÍ, sigur við Sosialin, at GÍ hevur gjørt sáttmála við álopssinnaða polska miðvallaran, Zdzislaw Janik.

Janik er 33 ára gamal, og spælir nú í næstbestu poslku røðini. Undan hesum hevur hann leikt í fremstu polsku deildini, hevur eisini verið yrkisleikari umframt at hann smb. teimum upplýsingum, sum GÍ hevur fingið, eisini hevur veirð á pólverska landsliðnum 13 ferðir.

Petur Holm sigur, at teir við nýggja leikaranum hava fingið ein leikara við nógvum royndum, og samstundis ein leikara, sum teir meta eigur at kunna teljast millum teir bestu her á landi.

GÍ hevur annars áður brent seg av at taka útlendskar fótbóltsleikarar til landið, men tað tykjast tey í Gøtu ikki at vera bangin um hesu ferð. Petur sigur, at tey hava ráðført seg við fólk, sum hava góðan kunnleika til bæði føroysk og pólsk viðurskifti, og vóna tey, at hetta kann borga fyri, at talan er um ein veruligan styrk.

Um hópin annars sigur Petur, at hann stórt sæð er óbroyttur í mun til undanfarin ár. Súni Olsen er farin av landinum, men annars meta tey talan vera um eina góða blanding av ungum og meira royndum leikarum.

Um nakar leikari afturat verður innlimaður í hópin, áðrenn farið verður undir venjingarnar aftur, vil Petur einki siga um, men sum skilst á lagnum, so hava tey í Gøtu eins og aðrastaðni eyguni opin fyri møguligari tilgongd.