Tað var ikki sørt, at G!-festivalurin hevði nakað av Roskilde anda yvir sær leygarkvøldið, tá Mess skipaði fyri G!-streingjarenning á sandinum.
Sum skilst, høvdu fyrireikararnir helst sæð, at talan var um ordiliga nakinrenning, men hetta loyvir galdandi lóggáva í Føroyum ikki, og tískil gjørdist – ógvuliga hóskandi – talan um G!-streingjarenning.
Eftir áskoðaratalinum at døma, er hetta tiltak komið fyri at vera. Fólk í túsundavís stóðu eftir, tá Teitur var givin at spæla, fyri at síggja beru rumpurnar fara tuskandi framvið sjóvarmálanum.
Onkur var í boxershorts, teir allarflestu í g-strongi og ein einstakur hevði sett ein sokk á tað, ið skuldi fjalast, men hesin datt av, tá runnið varð. Eisini ein einstøk dama var í millum rennararnar, og sum eisini kvinnuligi luttakarin má hon metast at vera vinnarin í sínum bólki, hóast hon ongantíð setti fótin á sandin, men sat á rygginum á einum mannfólki, ið royndi at tuska tað, hann var mentur.