Gísmundur farin aftur til Gíslands

Ein kend útvarpsrødd er tagnað. Gísmundur er lagdur á hillina og ætlanin er ikki at taka hann framaftur í bræði. Hann var annars eitt rimmar stjørnuskot, tá hann fyrstu ferð trein fram á pallin á sumri í 1999

 

Síðst í november var Gísmundur fyri seinastu ferð at hoyra í Útvarpi Føroya. Síðani legði hann leiðina aftur til Gíslands.

Gísmundur dróg nógvar lurtarar at sær, og tað vóru ikki bara børn, sum dámdu væl at hoyra snjøllu røddina hjá Gísmundi. Eisini vaksnum dámdu væl at lurta eftir barnaútvarpinum, tá Gísmundur var á skránni tvær ferðir um vikuna í fjør.

? Eg haldi, at sendingarnar við Gísmundi vórðu nakað deyðar nú móti endanum. Tað var neyðugt at finna uppá okkurt nýtt, um tað skuldi halda fram, sigur Katrin Nolsøe Joensen, sum skipar fyri barnaútvarpinum í ÚF.

? Eg vil ikki siga, at Gísmundur er deyður, men hann er fyribils lagdur á hillina í óavmarkaða tíð. Eg vil ikki útiloka, at hann kann brúkast aftur einaferð seinni.

Tað vóru Jonna og Katrin, sum fingu hugskotið við Gísmundi, og Kári Sólstein eigur røddina hjá Gísmundi.

? Sendingarnar við Gísmundi vóru sera væleydnaðar, og tað hevur verið vert eina roynd. Tað er eisini ringt at halda lív í slíkum sendingum í longri tíð, tí lurtararnir krevja meira ella okkurt nýtt, sigur Katrin.

Nú mugu lurtararnir tískil venja seg við, at Gísmundur ikki verður at hoyra aftur.