Gíslatøkan kravt fleiri mannalív enn hildið

Myndugleikarnir í Algeria siga nú, at gíslatøkan á gassverkinum har eysturi í landinum hevur kravt fleiri mannalív, enn myndugleikarnir hava sagt fyrr.

Í gjár varð kunngjørt, at 23 gíslar og 32 yvirgangsmenn høvdu latið lív, men algerski samskiftismálaráðharrin, Mohamed Said, sigur nú við tíðindastovuna APS, at talið á deyðum er størri enn fyrr sagt. Hann leggur afturat, at tað endaliga talið verður almannakunngjørt seinni í dag.

Í Bretlandi vita myndugleikarnir, at tríggir bretar eru deyðir, og teir bera ótta fyri, at fýra aðrir hava liðið somu lagnu. Harafturat er staðfest, at tveir menn úr Malaysia, ein fransmaður, ein amerikanari og ein rumeni eru deyðir. Fimm norðmenn eru ikki komnir afturíaftur, og sama er við tveimum amerikanarum og tveimum filipsoyingum.