Gíslarænari gav seg yvir

Maðurin, sum tók nøkur skúlabørn og ein lærara gíslar í Italia í dag, hevur latið gíslarnar leysar Maðurin, sum í dag tók seks børn og ein lærara gíslar í einum skúla í italska býnum Reggio di Calabria, hevur givið seg yvir til løgregluna.

Tann 32 ára gamli maðurin var vápnaður við knívi. Hann kravdi at fáa eina hálva millión evrur í loysigjaldi fyri børnini og læraran, men tað eydnaðist pápa hansara at fáa hann til at lata gíslarnar leysar.

Síðani tók løgreglan mannin.