Gíslarænarar sjónbandaðu avrættingina

Ein italskur gísli varð tikin av døgum í Irak gjáranáttina. Avrættingin bleiv tikin upp á sjónband

? Vit hava upptøkuna, men vit fara ikki at vísa hana, tí hon er alt ov ógvuslig, sigur talsmaðurin hjá arabisku sjónvarpsstøðini Al Jazeera við tíðindastovuna Reuters.
Tað var eisini Al Jazeera, sum bar tíðindini um, at gíslarænararnir í Irak høvdu avrættað ein av teimum fýra italsku monnunum, sum vórðu burturfluttir seinasta vikuskiftið. Gjáranáttina váttaði italska stjórnin, at hon hevði fingið prógv fyri, at ein av gíslunum, Fabrizio Quattrocchi, var vorðin avrættaður.
Frammanundan høvdu gíslarænararnir boðað frá, at teir fóru at avrætta gíslarnar, tí italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevði gjørt greitt, at Italia fer ikki at taka sínar hermenn úr Irak. Gjáranáttina endurtók hann, at Italia fer ikki at leypa frá givnum lyftum nú, men at teir 3.000 hermenninir verða verandi í Irak.
Um tað fer at kosta hinum trimum italsku gíslunum lívið er ikki greitt, men boðskapurin frá burturflytarunum er í hvussu er greiður:
? Vit fara at drepa teir, ein fyri og annan eftir. Vit vita, at teir hava arbeitt fyri tað amerikanska hersetingarvaldið, stóð í boðunum frá gíslarænarunum.
Útlendskir eygleiðarar stúra fyri lagnuni hjá teimum umleið 40 útlendingunum, sum sita gíslar hjá ymsum irakskum bólkum. Summir bera ótta fyri, at avrættingin gjáranáttina var bara tann fyrsta.