Gísladóttir takkar fyri seg

Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, formaður Samfylkingarinnar, gjørdi fyrr í dag greitt, at hon ikki stillar upp til Alltingsvalið í vár og leggur frá sum flokksformaður Á tíðindafundi fyrr í dag staðfesti Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, formaður Samfylkingarinnar, at hon ikki stillar upp til Alltingsvalið í vár, og at hon leggur frá sær sum flokksformaður. Hon gjørdi greitt, at heilsustøðan loyvir henni ikki at halda fram.

Ingibjørg Sólrún Gísladóttir greiddi fyrr í vikuni frá, at hon vildi halda fram í politikki. Men tað verður nú av ongum.

Boðini komu óvart á íslendingar, sum væntaðu, at hon fór at halda fram, hóast vitandi um, at Ingibjørg Sólrún Gísladóttir er sjúk.