G! skráin klár

Tónlistarliga skráin til ársins G! Festival er nú liðug Í tíðindaskrivi verður sagt, at meira enn 500 bólkar og einstaklingar úr öllum heiminum söktu um at sleppa á skránna í ár.

 

Tónleikur verður á trimum pallum í tríggjar dagar. Á sandinum, á Spæliplássinum og í Grundini. 46 listafólk og bólkar, harav 17 útlendsk, av sera ymiskum sjangrum, fara at veita tónleikin til veitsluhugaðu áhoyrarafjöldina, sum savnast í Syðrugötu dagarnar 23.,24., og 25. juli.

 

Umframt tónleik verður m.a. eisini ein ekta finsk sauna við finskum viði, finskum starvsfólkum, og enntá sínum egnu finsku plátuvendarum, sett upp á sandinum til festivalfólkið.

 

Úr Tjekkia kemur eitt lið av eld-listarfólkum, sum fara at hava eitt stórsligið eld-show eftir stóru sanglötuna, sum er seint á kvöldið leygardagin, ið annars byrjar við barnatiltaki longu á middegi.

 

Leygarkvöldið verður eisini heimspremiera av film og tónleikaverkætlanini ?Pony Tales?, sum varð upptikin í Föroyum seinasta summar.

 

Og nú vit eru í gongd við film, so vera upptökur til norska filmin, ?Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?? gjördar á sandinum, har G! Festival-gestirnir sleppa at vera statistar.

 

Eitt íslendskt filmslið vitjar eisini, eins og upptökur til film um Orka eisini vera gjördar á G! í ár. Harumframt eru aðrir fyrispurningar um filming eisini í viðgerð í lötuni.