Við undantaki av útisigrinum móti HB, hava GÍ-úrslitini ikki verið nakað serlig seinastu tíðina. Javnlekur og stórtap á heimavølli móti ávíkvist ÍF og KÍ er ikki akkurát tað, sum roknast skal við av einum oddaliði, og tí skal byttan vendast, tá teir sunnudagin fara inn á Skála.
Talan verður tó um trupla uppgávu móti Skála, sum nú veruliga tykist hava fingið glið aftur á spælið. Seinastu viku vóru teir óhepnir, at talan ikki gjørdist um trý stig móti EB/Streymi, men spælið hevur leingi bent rætta vegin.
Skála hevur eisini allar spælarar tøkar til dystin. Hjá GÍ er Poul Arni Jacobsen leikbannaður, eftir at hann fekk reytt kort móti KÍ hóskvøldið. Hinvegin er Hans Jørgen Djurhuus aftur tøkur.










