GÍ skal til Bosnia

Fótbóltur: Í lutakastinum til Intertoto kappingina trekti GÍ eitt lið úr Bosnia-Herzegovina

Hósmorgunin var lutakast til Intertoto kappingina, sum er summarkappingin hjá europeisku fótbóltssamgonguni UEFA.

GÍ bleiv nummar fýra í føroysku landskappingini í fjør og skal tí í summar umboða Føroyar í hesi kappingini.

Og lutakastið lagaði tað soleiðis, at GÍ skal spæla móti einum liði úr Bosnia-Herzegovina.

? Tað ljóðar ikki beinleiðis spennandi at skula har niður, sigur Magni Jarnskor, liðskipari hjá GÍ.

? Men eitt av málunum hjá okkum í ár er at sleppa víðari í europeiskari kapping ? nú hava vit verið við so ofta, men eru ongantíð komnir víðari. Og í so máta kundi lutakastið ivaleyst verið verri, sigur Magni Jarnskor, sum tó ikki veit so nógv um bosniskan fótbólt, annað enn frá teirra landsliðið, sum Føroyar eru í EM undanbólki saman við. Magni Jarnskor var við niðri í Sarajevo í august, tá føroyska landsliðið tapti 1-0, og hann heldur, at teirra landslið tá ikki vísti so nógv.

? Tú skalt altíð vera varin við at siga nakað frammanundan, men frá einum ítróttarligum sjónarmiði var lutakastið kanska ikki so galið fyri okkum, sigur Magni Jarnskor.

Dystirnir í fyrsta umfari av Intertoto kappingini skulu spælast antin leygardagin 19. ella sunnudagin 20. juni, og returdystirnir verða 26. ella 27. juni. Annað umfar av kappingini verður 3. og 4. juli, og returdystirnir í hesum umfarinum verða spældir 10. og 11. juli.