Upptakt
Hóast bæði kreppa og venjaraskifti sveima í hugaheiminum hjá HB-leikarunum, so skulu teir í løtuni royna at savna tankar sínar um torføru uppgávuna í Gøtu mikukvøldið.
Tá hitta teir eitt GÍ lið, sum í alt ár hevur tókst at verið sera væl fyri, og sum eftir ein lítlan steðg í stigasavnanini nú veruliga skal hava ferð á, um tað skal eydnast teimum at taka B36 á fremsta plássinum.
Væl fyri
Í Gøtu ásanna tey eisini, at tað ikki eru ráð at missa fleiri stig, um tað skal eydnast at vinna B36 aftur.
- Vit fara sjálvandi altíð á vøllin fyri at vinna, og tú kanst eisini siga, at vit eru noyddir at vinna, heldur Magni Jarnskor, sum er liðskipari hjá GÍ.
Magni heldur annars, at GÍ er so hampuliga væl fyri, nú teir gera seg til at avgreiða útsetta dystin. Bartal Eliassen hevur leikbann, og enn er óvist, um tað fer at eydnast at fáa Pól Ennigarð upp til dystin. Hann er í løtuni í Danmark á Skúla, og hevur longu mist fleiri tímar orsakað av fótbóltinum.
- Tað verður so í øllum førum ein missur, um hvørgin teirra er við, men eg rokni so undir øllum umstøðum við einari truplari uppgávu. Tað hevur kanska ikki gingist so væl hjá HB seinastu dystirnar, men HB er HB, og eg ivist ikki í, at teir fyrr ella seinni fara at reisa seg aftur, sigur Magni Jarnskor at enda.
Aftur broytingar
Í HB er ivaleyst nógv annað dysturin móti GÍ, sum melur í heysunum á leikarunum, men í øllum førum kann tað vera ein lítil troyst, at hópurin tykist sterkari nú, enn hann var, tá liðið sunnudagin var á Sandi.
Janus M. Joensen og Allan Mørkøre verða so báðir við aftur, men hinvegin hevur Bárður Mortansson nú leikbann, eftir at hann varð rikin av vølli á Sandi. Jóhannis Joensen hevur eisini leikbann, so tað er ikki óhugsandi, at onkrir av veteranunum, sum vóru við á Sandi, aftur verða við mikukvøldið. Mest nærliggjandi er helst at taka Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen við, nú álopið aftur tykist skert, men heldur ikki er óhugsandi, at Ingi Rasmussen verður við, og seinastu tíðindini benda í øllum førum á, at verður at síggja onkra staðni á beinkinum.










