GÍ skal hava nýggjan venjara

Petur Mohr sigur við Norðlýsið, at hann er blivin troyttur av at hava tvey arbeiði, og tí má starvið sum fótbóltsvenjari lúta.

 

- Eg havi havt tað sera gott í Gøtu og eg ivist onga løtu í at GÍ eisini í framtíðini verður nakað heilt serligt í føroyskum fótbólti, sigur Petur Mohr við blaðið.