GÍ skal eystureftir

Fótbóltur: Lutakastið hjá gøtumonnum í Intertoto Cup sær ikki serliga spennandi út

Tað er nú greitt, at altjóða luttøkan hjá gøtumonnum á hesum sinni fyri tað mesta fer at ganga fyri seg í Eystureuropa, og tað er ikki so hugaligt, sum tað hevði verið, um luturin var fallin á okkurt av feløgunum í okkara grannalondum ella okkurt felag onkra staðni í Vestureuropa.

Lutakastið í fyrradagin hevði við sær, at GÍ 19./20. juni skal spæla á útivølli móti NK Jedinstvo úr Bosnia-Herzegovina. Vit kenna einki serligt til hetta felagið, og tað sær ikki út til, at nakar av landsliðsspælarunum, sum koma henda vegin týsdagin, eru úr hesum felagnum.

Dysturin í Føroyum verður í vikuskiftinum 26./27. juni, og um tað skuldi hent, at GÍ vann samanlagt, so verður aftur ein ferð eystureftir á skránni. Vinnarin í fyrsta umfarinum hjá GÍ skal spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Ceahlaul Piatra Neamt úr Rumenia og FC Ekranas úr Litava!

Av tí at GÍ skal spæla í Intertoto Cup somu dagar, sum tvey tey síðstu umførini undan summarsteðginum verða spæld í landskappingini, eru dystirnir hjá GÍ fluttir. Hetta varð longu gjørt frammanundan, at skipanin kom út. Sambært skipanini verður dysturin hjá GÍ í áttanda umfarinum, sum er á heimavølli móti ÍF, spældur mikudagin 16. juni, og dysturin í níggjunda umfarinum, sum er móti B68 á útivølli, verður spældur mikudagin 23. juni.