Góð skúlakonsert í Trongisvági

Musikskúlin í Suðuroynni hevði týskvøldið konsert, nú skúlaárið er liðugt, og tiltakið eydnaðist væl. Men enn standa nakrar uppgávur fyri framman hjá næmingunum, t.d. kongaliga vitjanin í summar

Skúlaárið er enda í Musikskúlanum og Musikskúlin í Suðuroynni hevði týskvøldið konsert í Trongisvági. Klavernæmingar, næmingabólkar, so sum Suðurættin og Vágs Skúlaorkestur og Suðuroyar Bigband, samansett av lærarum, spældu.
Konsertin eydnaðist væl, men enn eru allar uppgávur ikki av hjá næmingum í Musikskúlanum í Suðuroynni, sum er sera virkin.
Nakrir av næmingunum, t.d. Suðurættin og Vágs Skúlaorkestur, fara í venjingarlegu í Sumba í juni, tí spælast skal á jóansøku og eisini skulu tey blása, tá Suðuroyggin fær kongaliga vitjan, nevniliga tá Frederik og Mary vitja síðst í juni.