Gásarhold á bygd

Síðani Sosialurin økti um bilpark sína hevur eitt av virkisøkjum okkara verið, at lata bilin Snodda snodda á bygd.

Hesin bilurin er útgjørdur við øllum tí, sum ein tílíkur bilur krevur sum eitt arbeiðsstað fyri ein virknan blaðmann.

Her ber til at gera samrøður innanveggja, skriva greinar, gera myndir klárar og í næstum eisini at kunna senda tilfar beinleiðis til blaðið og leggja út á Portalin.

Fólk eru altíð sera fyrikomandi, tá stóri bilurin kemur á bygd. Men, sum myndin vísir, kann sjálvt tann størsti og mest væl útgjørdi bilurin, verða forðaður í virki sínum.

Myndin, sum Høgni Thomsen er maðurin aftanfyri, er tikin í Norðtoftum ein dagin í summar, tá Snoddi vitjaði í bygdini.