Vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík sigur, at fríggjakvøldið klokkan hálvgum átta hendi eitt nakað undarligt ferðsluóhapp. Ein bilur sneiddi av ímóti Oyndarfirði, og hesin møtir einum gásaflokki, sum hann heldur av fyri. Áðrenn hann veit av kemur ein lítil reyður bilur við miklari ferð frá Oyndarfirði.
- Hann koyrir inn í flokkin, og tvær gæs máttu lata lív. Hann rymir frá staðnum, tíverri, sigur vakthavandi.Løgreglan veit enn ikki at siga, hvør koyrdi tann lítla reyða bilin, ella hvør nummarplátan er.