Gásadalur – meira enn 1700 metrar frá framtíðini

Hetta skeltið í Vágum skal upplýsa øllum, hvagar leiðin longur, og hvat er fyri framman. Skeltið er tað fyrsta, sum er fyri framman, tá ið tú kemur av flogvøllinum, men enn sum áður er Gásadalur ikki at finna á skeltinum, hóast tað nú er koyrandi hagar. Kanska eru tíðirnar ikki broyttar hóast alt, og Gásadalur er í øllum førum meira enn 1700 metrar frá framtíðini.