Ólavur í Beiti
Meðan Kristian Olsen gjáramorguni sat sum í ørðum heimi í lastbilinum hjá Strandferðsluni á Vatnavegnum á Vágoynni í fagrasta veðri, fekk hann óvæntaða vitjan.
? Eg visti ikki hvat tað var. Tað kundi vera ein seyður, tað kundi vera ein kúgv - ja, tað kundi vera alt møguligt, sum rendi á bilin í myrkrinum. Men tá eg kom út úr bilinum, sá eg, at tað var ein gás, sum hevði rent í rútin, sum kortini ikki brotnaði, sigur Kristian Olsen.
Men stoyturin hevur verið so mikið harður, og hvøkkurin so mikið stórur, at Kristian Olsen líkasum helt undan við bilinum, og kemur hann so langt út á vegjaðaran, at hann skrædnar undan - og sum hann bremsar, verður bilurin verður fastur.
Fyri at fáa henda tunga lastvognin við 18 tonsum av fiski í uppaftur, máttu tvær gummigeitir hjá Landsverkfrøðinginum til, og klokkan 800 var bilurin so fingin uppaftur - og kundi koyra víðari til Havnar.
Tó at stoyturin inn á síðurútin var sera harður, so var gásin tó ikki so illa farin, at Kristian kundi royta hana í gjárkvøldið - og ætlar hann at goyma hana til ein góðan jóladøgurða.