G!: Sárbærið hjá Teiti talar til hjartað

Teitur Lassen verður altíð hevjaður fram sum eitt serliga spennandi navn, tá hann er á skránni, ikki minst millum útlendsku journalistarnar, sum eru komnir á G!, og sum gleddu seg til at hoyra Teit. Og við góðari grund. Tí Teitur er sum trubadurur nakað heilt serligt, ið ikki bara hugfangar føroyingar, men eisini nógvar fjepparar kring allan heim.

 

Teitur legði út við sera vakra lagnum Josephine. Síðani komu ein perlurøð av sangum, har av kanska serliga føroysku løgini fullu í góða jørð hjá føroysku áhoyrarunum, ið sungu lystiliga við, tá Teitur sang um lítlu bygdina, Havnina, bussin, sum ikki kom, og um, at øll halda hann vera ríkan.

 

Teitur syrgdi fyri at geva áhoyrarunum eina góða blanding av góðum, gomlum kendum løgum og nýggjari løgum. Haraftrat varð skift ímillum, at Teitur í summum førum framførdi løg einsamallur við bara sangi og guitara, og í øðrum førum við einum størri orkestri aftanfyri seg, sum taldi fleiri strúkarar, umframt eminentu Benjamin Petersen á guitara og Jan Rúna Poulsen á trummum. Hetta riggaði avbera væl.

 

Teitur hugtekur fólk, tí hann krógvar ikki sítt sárbæri. Hann talar tískil onkusvegna beint til hjartað. Teitur er góður á størri pallum, men tað er eins og tónleikurin kemur meira til sín rætt í meira intimum umhvørvi, har Teitur ofta er bestur. Nógv av løgunum eru so friðalig, at tey koma at tykjast eitt sindur spøk á einum so stórum palli, sum tí á Gøtusandi, har fólk kanska forvænta meira futt í. Men av tí at løgini hjá Teiti í sær sjálvum eru so heilt serstaka góð, so tyktist fjøldin kortini at fyrigeva Teiti og at vilja leggja seg fyri føturnar á honum sum ein murrandi ketta, ið bara nýtir at verða kelað.

 

Áhoyrararnir vildu tí ikki sleppa Teiti, fyrr enn hann var komin innaftur at framføra eykalagið "Louis Louis". Eingin Teitur-konsert uttan "Louis Louis", tað ber ikki til, tóktust áhoyrararnir at halda, sum eisini sungu so hjartaliga við hesum yndislagnum hjá mongum. Ein virðiligur endi á enn eina góða konsert við fantastiska Teiti.