Góð úrslit í Íslandi

Føroyar fingu tvey heiðursmerkir heim við aftur í Norðurlandameistaraheitinum fyri unglingar, sum varð telvað í døgunum 16-18. februar í Íslandi. Ein av hetjunum varð 12 ára gamla Miriam Olsen sum fekk eitt triðja pláss í sínum bólki.

 

Talv


Hesi seinastu fýra árini hevur hilnast heilt væl hjá føroysku unglingum tá NM viðvíkur. Tað var nevnliga í 1997 tá stjørnuskotini Martin Poulsen og Olaf Berg vóru fyri fyrstu ferð við í NM, og síðani hava teir hvørt ár umboða Føroyar við góðum úrslitum. Olaf vann bronsu í 1997, eins og í ár.


Kollfirðingar kunna

Ikki bert er tað havnardreingirnir sum hava sligið teirra nøvn føst í NM høpi, eisini hevur kollfirðingurin Hans Kristan Simonsen roynst væl. Føroyska metið í ovasta bólki, 17-20 ára gomlu, átti Flóvin Tór Næs tá hann fyri trimum árum síðani fekk trý stig av teimum seks møguligum. Hans Kristian hevði eftir trimum umførum tvey stig, men tapti so í fjórða og fimta umfari, men vann tað seinasta talvið og fekk harvið trý stig. Hans Kristian og Flóvin eiga nú besta úrslit í hesum altíð sterka bólki. Hans kristian var við sínum lægsta ratingtalið styrkismettur sum nummar tólv av teimum tólv telvarnum, sum luttaka í hvørjum bólki, og endaði á einum sera heiðurligum áttanda plássi, bert eitt stig frá einum øðrum plássi. Vinnari bleiv íslendarin Stefan Kristjansson (2371).

Martin Poulsen og unglingaføroyameistarin ár 2000 Jákup D. Joensen umboðaðu Føroyar í árgangsbólkinum 1984-85. Martin hevði somuleiðis eina góða kapping har hann endaði á deildum triðja plássi við 3,5 stigum, men verri mótstøðustig viðførdi at hann loksins fekk eitt fjórða pláss. Hann var tó eitt sindur svingandi, men hevði ein góðan endaspurt sum millum annað gekk útyvir landsmannin Jákup í síðsta umfari. Jákup var nógv lægstrataður, men fekk kortini eitt stig og má tað metast sum eitt gott úrslit. Danin Christian K. Pedersen (2206) vann hendan bólk.

Vælspælda talvið hjá Martin í fyrsta umfari er talvið hesa vikuna.


Olaf og Miriam vísti vegin

C-bólkurin, árgangurin 1986-87, var ikki eins sterkur sum hann plagar. Olaf Berg varð millum favorittarnar at enda í topp trý, hann varð nevnliga styrkismettur sum nummar tvey í hesum annars javnsterka bólki. Olaf byrjaði væl, hevði 2,5 av trý, men tapti avgerandi talv í fjórða umfari. Eins og Martin reistist hann og vann síni síðstu tvey talv, og endaði tí einsamallur á triðja plássi við heili 4,5 stigum, sum er føroyskt met. Olaf telvaði væl, men helst hevði hann ætla sær meira á hesum sinni. Dagur Arngrimsson (2081) úr Íslandi vann bólkin við 5,5 stigum.

Miriam Olsen, sum er búsitandi í Danmark, hevur umboða Føroyar nú í tvey ár, og hesaferð gekk sera væl í hond hjá henni í árgangsbólkinum 1988-89. Ikki er tað gerandiskostur at síggja føroyskar gentur telva, men í Havnar Telvingarfelag hava nakrar gentur verið við í barnatelvingini, sum er hvønn fríggjadag, og eisini í Kollafirði hava einstakar gentur roynt eydnuna, so nú er vónandi vend komin í.

Miriam byrjaði gott og varisliga við trimum javnleikum ímóti sterkari mótstøðu, síðani vann hon tvey talv, og lá nummar tvey undan seinasta umfari. Tíanverri tapti hon ímóti vinnarnum av kappingini, og fekk tó tískil eitt ómetaliga flott triðja pláss.

Í yngsta bólkinum, fødd 1990 og seinni, hevði Føroyar einki umboð.

Samanumtikið enn eitt gott NM sæð við føroyskum eygum, og vit hava nú prógvað at vit saktans klára okkum í kappingum við hini norðanlondini. Vónandi kann hendan útvikling halda fram, og gerast enn sjónligari so at vit einaferð kunnu eiga norðurlandameistara. Langt er tað als ikki til hetta mál.