Seinnu árini hevur sersambandið fyri frælsan ítrótt FÍF sent ungdómslandsliðið við til altjóða kappingar uttanlands. Í ár, eins og í fjør, gekk leiðin til Välds Ungdomsspelen í Gøteborg. Henda kapping er tann størsta av sínum slagi í Norðurlondum, og ein tann størsta í Norðureuropa yvirhøvur.
Her savnast ungdómselita úr serliga norðurlondum, men eisini aðrar tjóðir nær og fjar velja hesa kapping sum størstu avbjóðing til teirra ungdómselitu. Hesuferð vóru 3.200 luttakarar úr 20 londum savnaðir saman, har ímillum landslið úr Danmark, Íslandi og Qatar.
Føroyar høvdu 13 ungdómar við, sum vóru savnaðir saman úr øllum landsins herðashornum: úr Trongisvági til Norðdepli og av Nesi, Toftir til Syðradals S, umboðandi øll fimm føroysku frælsu ítróttarfeløgini. Hetta hevur kravt nógva ferðing í sambandi við venjingar, sum í stóran mun eru farnar fram á breytini á Svangaskarði. Og dúgliga hevur verið vant, og vónirnar um bólkamet og møguliga okkurt føroyskt met eisini vóru góðar. Tó má viðgangast, at vónirnar um heiðursmerki mest vóru at meta sum ynskihugsan.
Rúni og Rebekka vunnu heiðursmerki
Fyrstur at kappast var 12 ára gamli Rúni Seloy. Hann skuldi vera við í A-finaluni á 600 metra teininum, har hann fyrr hevur víst, at hann einki stendur aftanfyri teir bestu í grannatjóðunum. Hesuferð hevur hann tó verið darvaður av skaðum, so vónirnar um eina topp-plasering vóru ikki tær bestu. Men tað legði Rúni einki í. Eftir 200 metrum tók hann leiðsluna, og førdi til góðir 100 metrar vóru eftir. Í einum spennandi spurti eydnaðist tað Rúna at vinna bronsumerkið, og seta nýtt bólkamet við tíðini 1.41,05. Eisini á 1500 metrum stóð Rúni seg væl, tá hann bleiv nr. 11 og setti nýtt bólkamet 4.54.92 Í hesi kapping rann hann móti 13 ára gomlum.
Eisini 13 ára gamla Rebekka Fuglø úr Norðdepli gjørdi bart fyrsta dagin. Rebekka var kanska hon vit høvdu bestu vónir um at røkka einum heilt góðum úrsliti, og hon skuffaði ikki. Í A-finaluni á 600 metrum rann hon seg inn á eitt flott 3. pláss, bert eina hondsbreidd frá nr. 2, og í nýggjum bólkameti 1.44,44 min. Leygardagin framdi Rebekka enn eitt bragd, tá hon í A-finaluni á 1500 metrum rann seg til nýtt føroyskt met hjá kvinnum við tíðini 5.10,33. Hetta rakk til eitt flott 8. pláss.
Bjørk setti føroyskt met
Fyrr í ár setti 14 ára gamla Bjørk Herup Olsen nýtt føroyskt met fyri kvinnur á bæði 800 og 1500 metrum. Hesuferð skuldi Bjørk royna seg á 800 metrum. Og enn einaferð megnaði Bjørk at klípa nøkur sekund av metinum, sum nú er 2.26.58. Hetta gav henni eitt samlað 13. pláss. (Her skal tó skoytast uppí, at Tordis Debes hevur runnið teinin uppá 2.26,4, men at úrslit hennara ikki er galdandi sum met, av tí at hon rann saman við monnum) Sunnukvøldið rann Bjørk 2000 metrar, og aftur fekk hon eitt framúr gott úrslit, tá hon gjørdist nr. 9 við tíðini 6.55,92.
Hetta var fyrstu fer at 13 ára gamli Øyvind Lützen úr Syðradali S var við á landsliðnum. Men úrlsit hansara vóru væl betur enn væntað. Bæði á 1500 og 200 metrum vann hann flottar heat-sigrar, meðan hann varð nr. 2 í sínum heati á 600m. Hetta gav honum trý nýggj bólkamet umframt fínar plaseringar.
Jóan Karl Joensen, 19 ár, úr Kollafirði er tann royndasti av føroyingunum. Hann var við á oyggjaleikunum í Hetlandi, har hann bleiv nr. 6 í finaluni á 800 metrum. Málið hesaferð var at gerast triði føroyingurin nakrantíð at koma undir 2 minuttir. Hetta eydnaðist tó ikki, men hann fekk nýtt persónligt met og bólkamet við tíðini 2.01,28 min. Á 400 metra teininum eydnaðist eisini hjá Jóan Karl at seta nýtt persónligt met og bólkamet við tíðini 53,82.
Fleiri persónlig met
Värld-Ungdomsspelen er eisini kapping fyri vaksin. Og eisini her eru kappingarnar á sera høgum støði. Ikki er ofta, at føroyskir kastarar veruliga sleppa at royna seg í kapping, so Randi Kúrberg, sum var ferðaleiðari nýtti hetta kærkomna høvið at kappast í spjót- og hamarkasti. Spjótið kastaði hon 33,29 metrar, meðan hamarin fór út á 34,34 metrar, bert 80 cm frá hennara egna føroyska meti.
Íalt vóru teir 13 føroyingarnir við í 36 kappingum. Tað gekst væl hjá øllum føroyingunum, sum allir settu fleiri persónlig met. 12.august fer FÍF at skipa fyri ungdóms-FM á Toftum, so tá verður møguligt hjá øðrum føroyskum ungdómum at royna seg móti landsliðnum. Úrslitini frá øllum kappingunum umframt bólkametini síggjast á talvuni her á síðuni.










