Gírigur ríkmaður

Hóast svenska ríkmanninum Ingvard Kamprad ikki nýtist at venda hvørjari krónu, er hann sera gírigur, og nú sigur hann seg eisini vera stoltan av at hava hendan eginleikan.

Ingvar Kamprad stovnaði ta kensu handilsfyritøkuna Ikea. Sambært almennum upplýsingum eigur tann ríki sviin einar 170 milliardir krónur og er fjórðiríkasti maður í heiminum. Men tað sæst ikki á honum. Í sveisiska býnum Lausanne, har hann býr, koyrir hann vanliga í einum 17 ára gomlum Volvo, og fólk siga seg dagliga síggja hann í teimum handlunum, sum hava tær bíligastu vørurnar.

Men hann kann eisini koyra hondina niður í lumman viðhvørt. Herfyri gav hann einum listarskúla í Lausanne góðar tvær milliónir krónur, men tað merkir ikki, at fleiri kunnu vænta sær gávur av hesum slagnum.

-Eg eri gírigur, og eg eri stoltur av tí, sigur Ingvar Kamprad við eitt blað í Sveis. Tað er annars sjáldsamt at síggja tann ríka svian í fjølmiðlunum, tí hann er avgjørt ikki tann, sum rennur aftan á fjølmiðlafólki, skrivar AP úr Lausanne.