Gøran Persson heldur fram sum svenskur stjórnarleiðari. Tað varð greitt gjáranáttina, tá Umhvørvisflokkurin rættiliga óvæntað slakaði og gekk við til at atkvøða ímóti misálitisuppskotinum, sum tann borgarligi Fólkaflokkurin legði fyri ríkisdagin mánadagin.
Upprunaliga kravdi Umhvørvisflokkurin at fáa ráðharrasess í stjónrini aftur fyri at stuðla hana, men fyrrakvøldið slepti flokkurin brádliga kravinum. Ístaðin fekk flokkurin tilsøgn um átta ella níggju ráðgevar á teimum ymsu ráðstovunum. Hetta var eitt krav frá flokkinum, sum vildi hava ávirkan á tey ymsu málini, áðrenn tey verða løgd fyri ríkisdagin.
Men tað var ikki tað einasta, sum Umhvørvisflokkurin fekk burturúr. Stjórnin hevur bundið seg til at steðga svenska toskafiskiskapinum í Eystrasalti frá ársskiftinum fyri at verja stovnin, hon skal eggja kommunum til at avmarka bilferðsluna, og harafturat skal stjórnin kanna, hvat kann gerast fyri at skerja útreiðslurnar til verjuna.
Talsmaðurin hjá Umhvørvisflokkinum, Peter Erikson, segði í gjár, at ávirkan floksins fer at síggjast aftur í politikkinum hjá stjórnini, sum verður meiri umhvørvisvinarligur.









